NOREG
Trý umfør eru eftir at spæla í norsku tippuliguni. Rosenborg er oddalið. Eftir stórtapið í Europa Cup kappingini ímóti Lyon mitt í síðstu viku vóru teir í Bodø, og har vunnu teir 4?1. Spælið var ikki frægari, enn tað var ímóti Lyon, verður sagt í norsku bløðunum, men tað tykist ikki bila. Stigini koma á konto, og harvið skal vilja illa til, um Rosenborg ikki um ein mánað ella so fer at standa við 11. meistaraskapinum á rað.
Um tað fer at kiksa hjá Rosenborg, so eru tvey lið klár at lofta meistaraheitinum. Annað er Molde, og hitt er Lyn. Tey eru bæði trý stig aftanfyri Rosenborg, og tað er longu greitt, at hesi liðini hava tryggjað sær rætt at luttaka í Europa Cup komandi summar. Tey eru níggju stig frammanfyri Viking úr Stavanger og Odd úr Skien.
Sunnudagin lyfti Molde seg uppum Lyn. Molde vann sannførandi 3?0 á tjóðarvøllinum Ullevaal í Oslo. Vålerenge legði rygg til stóra tapið.
Lyn meiri enn hálvkiksaði í Sogndal. Fyrrverandi føroyska felagið er so at siga sloppið undan øllum hóttanum um niðurflyting.
Lillestrøm hevur verið stóra vónbrotið í Noregi í ár. Tað varð roknað við, at teir skuldu vera við í NM kappingini, men alt kappingarárið hava teir hingið fastir í botnstríðnum. Sunnudagin megnaðu teir 1?1 á útivølli ímóti Stabæk.
Start úr Kristiansand er langt síðani flutt niður. Moss er næstaftast, og sunnudagin fingu teir eitt sindur av móti, tá teir í Kristiansand vunnu 6?1.
Í gjárkvøldið skuldu Brann úr Bergen og Viking úr Stavanger spæla.