Í annaðkvøld klokkan 18 er sannleikans tími hjá Molde og hjá KÍ.
Tá spæla liðini seinna dystin í triðja undanumfarinum í Champions League. KÍ er á odda 2-1 frá tí fyrra dystinum á Tórsvølli.
17 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Molde sum greiðan favoritt at vinna dystin.
Oddsini upp á heimasigur til Molde liggja millum 1,18 og 1,28.
Oddsini upp á útisigur til KÍ liggja millum 9,00 og 12,00, ið er rættiliga høgt.
Oddsini upp á javnleik eftir vanliga leiktíð, ið sendir KÍ víðari í kappingini liggja millum 5,80 og 6,70.
HER eru oddsini:
##med2##