Fyrrverandi Manchester United framherjin, Ole Gunnar Solskjær, sum er venjari hjá Molde, vann í gjár norska meistaraheitið. Hóast tað eru tvey umfør eftir at spæla, so hevur Molde eina leiðslu upp á átta stig og tí kann Rosenborg ikki innheinta Molde.
«Molde hevur bíðað eftir hesum í 100 ár, segði ein glaður Ole Gunnar Solskjær eftir dystin við norskar miðlar.
Molde megnaði bara at fáa javnleik í dystinum móti Strømgodset, men av tíð at Rosenborg fekk bank á heimavølli móti Brann, so gjørdist Molde norskur meistari.
Ole Gunnar Solskjær spældi frá 1994 til 1996 við Molde, áðrenn hann skifti til Manchester United har hann spældi líka til 2007.