Tippeligan
Tað tóktist vera ein yvirkomulig uppgáva hjá Molde, tá teir sunndagin vitjaðu Bryne, sum er á niðasta sessinum í bestu norsku deildini. Heimaliði hevði ikki vunnið síðani 20. mei, og síðani tann sigurin hevur liðið bert megnað at skotið fýra mál.
Byrjanin gekk eisini eftir bókini, tí longu eftir sjey minuttum var støðan 2-0 til Molde, men so gekk alt brádliga galið.Á hálva tímanum minkaði Bryne um munin, og stutt fyri hálvleik førdi verjumistak hjá Molde við sær, at støðan brádliga var jøvn. Molde megnaði tó at leggja seg á odda aftur undan steðginum, men í seinna hálvleiki fór Bryne aftur at gera um seg.
Teir fingu tvey mál við deyðbóltsstøður, og í báðum førum var talan um beinleiðis fríspark, og í norsku miðlunum valdar semja um, at Jákup Mikkelsen helst skuldi fingið fatur á í øllum førum øðrum av hesum.
Avrikið hjá Jákupi verður tó mett sum miðal-gott. Saman við flestu av liðfeløgunum fær hann eitt fimm-tal á einum skala, sum gongur upp í 10.
Molde er í løtuni á sjeynda plássinum í deildini, og nógv stig skulu vinnast aftur, um liðið skal spæla seg fram til europeiska luttøku komandi kappingarárið.