Hon er tvillingur við Eli Hansen, sum andaðist 77 ára gamal í 1988, tey vóru elst av 8 systkjum. Av teimum átta eru Mona og systirin Marianna enn á lívi. Foreldrini vóru Sára Poulsen úr Skálanum í Kollafirði og Kristian Magnus Hansen úr Vátutoft í Klaksvík.
Mona tænti hjá sýslumanninum Poul Petersen og hjá J. Fr. Kjølbro, og var nógv hjá Ellu og Andrew Sloan; Ella var fastur hennara. Mona seymaði eisini við fastur sínari Elsa-Maria (Baddi), sum hevði lært til harraskræddara í Edinburg.
Mona var við tá Eliesar Poulsen stovnaði sangkórið í Betesda í 1926, og lærdi hon eisini at spæla orgul hjá honum, stundum spældi hon til møtini. Hon spældi orgul við og uttan nótablað, til hon var komin upp í 90-ini.
Í 1930 var hon á húsarhaldsskúla í Havn, har sum hvíldarheimið Naina er nú. Í 1936 fór hon á húsarhaldsskúla í Keypmannahavn. Eftir útbúgvingina fekk hon boði pláss hjá Oberstløjtnanti Leschly, og tænti hon har í hálvtannað ár.
Eftir 10 ára trúloving giftist hon við Jacob Frederik Isaksen í 1942, og fluttu tey i nýggj hús, sum hann hevði bygt á Sand á Stongum, sum tað kallaðist tá. Nú verður tað oftast kallað á Bumshamri.
Tey fingu 4 børn, eina dóttur og tríggjar synir. Ommubørnini eru 8, og langommubørnini 13. Jacob Frederik andaðist í 1984, 77 ára gamal.
Mona býr nú á Norðoya Røktarheimi (Niðristovu). Minnið er farið at bila, men kropsliga er hon rættiliga væl fyri.
Ætlanin er at halda 100 ára føðingardagin mikudagin 21. juli í Betesda frá kl 15.00 til 18.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Familjan