Í Skálafirði: - Mær vitandi eru fimm ferðsluóhapp hend beint undir húsinum hjá mær innanfyri fá ár. So tað sigur rættiliga nógv um støðuna!
Soleiðis segði Almfinn Jacobsen úr Skálafirði við Sosialin í gjár í eini grein við heitinum "Liva í ótta fyri tí stóru vanlukkuni".
Her vísti hann á ta nógvu ferðsluna, sum koyrir eftir smala vegnum gjøgnum heimbygd hansara. Hesin er als ikki gjørdur til teir 1700 størru og smærru bilarnar, sum koyra eftir hesum vegastrekkinum hvønn einasta dag.
Tað ringasta mundi kortini vera tað, at nógvir bilførarar virða als ikki ferðslulógina, sum sigur at ein einans hevur loyvi at koyra 50 í bygdum øki.
- Vit uppliva hesar stóru lastbilarnar koyra bæði 70 og 80 í bygdini. Og tá er líkamikið um teir eru lastaðir ella ólastaðir, vísti skálafjarðarmaðurin á.
Hann tosaði vist fyri tey flestu í bygdini, sum ynskja at ætlanin um ein landsveg omanfyri bygdina verður sett í verk sum skjótast.
- Vit bíða framvegis eftir eini loysn, segði Almfinn Jacobsen við blaðið.
Vandamikil farleið
Bygdarvegurin í Skálafirði liggur soleiðis, at hann býtir bygdina sundur: Í ovara borði liggja sethúsini, og í niðara borði og oman móti sjálvum Skálafjørðinum gamli skúlin og tann vakri sandurin.
Fólk tora sjálv nóg illa at ganga eftir bygdarvegnum, og tey tora so als ikki at loyva børnum sínum oman á stóra og vakra sandin at stuttleika sær í góðveðrinum. Til tað er farleiðin alt, alt ov vandamikil.
Leingi hevur verið tosað um at gera ein veg omanfyri bygdina, soleiðis at ferðslan eftir vestara armi á fjørðinum kann leiðast út um bygdina.
Enn er so einki hent í hesum máli, og í ár hendir so heldur einki, skal ein trúgva uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2008 sum er til viðgerð í løtuni.
Eftir hesum uppskotinum at døma er eingin króna sett av til nakra vegagerð í Skálafirði.
Men komandi ár ætlar samgongan kortini at seta 2 mió krónur av til hetta arbeiðið.
Gerast liðugt
Málið um bygdarvegin í Skálafirði er ikki nýtt, og hevur verið frammi í tinginum fleiri ferðir - bæði sum fyrispurningar, men eisini sum ítøkilig uppskot til samtyktar.
Eitt av hesum nýggjaru uppskotunum er frá mars mánaði 2004, tá tingmaðurin Torbjørn Jacobsen legði fram uppskot um at gera eina verklagslóg sum skjótast fyri vegakervið úr Skálafirði og út á Strendur, og í øðrum lagi millum Norðskála og Oyri.
Í viðmerkingunum vísti hann á, at samferðslukervið var nógv útbygt, eisini í Eysturoynni, men at tað kortini vóru vegastrekki sum ikki vóru nøktandi í mun til tørvin.
Víst varð á, at ta tungu ferðsluna sum nógva vinnulívið í økinum hevði við sær. Men so er eisini alt sagt:
- Vegakervið er kortini millum tað lakasta í landinum, vísti hann á.
Síðani er vegurin millum Skála og Strendur breiðkaður og latin upp, men enn vantar tað seinasta pettið á arminum - strekkið í nánd av bygdini í Skálafirði.
Uppskotið frá Torbjørn Jacobsen miðaði eftir, at játtað varð ein so mikið stór upphædd, at bæði arbeiðini kundi gerast samanhangandi til rokkið varð á mál.
Tá tingið hevði uppskotið til viðgerðar vann tað kortini ikki frama, m.a. tí at betri var at gera eina heildarætlan fyri alla vegagerð kring landið.
Gamalt vegastrekki
Í mars mánaði 2006 kom kortini glið á málið um vegakervið millum Skála og Strendur.
Tá legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður fram uppskot um veg millum bygdirnar báðar. Hetta arbeiðið skuldi, sambært uppskotinum kosta 33 mió krónur.
Í viðmerkingunum til uppskotið lýsti vinnumálaráðharrin gongdina í málinum.
Vegurin millum bygdina í Skálafirði og Skála varð umbygdur í árunum 1978 til 1981, og var tá komið nakað inn á Skála, har endað varð við einum skrávegin oman í bygdarvegin.
- Ætlanin var at halda fram við hesi vegagerðini oman fyri Skála bygd og út á Strendur, men hetta kom í drag, vísti Bjarni Djurholm á.
Vegurin millum Skála og Strendur var bæði smalur og ótíðarhóskandi til vaksandi ferðsluna, og tí varð í 2000 og 2001 játtaðar íalt 2 mió krónur til ábøtur og breiðking av vegastrekkinum. Frá 2001 til 2005 er brúktar íalt 23,6 mió til henda nýggja vegin.
Til undirsjóvartunnilin
At ein yvirhøvur fór undir hesa breiðkingina, kom av at henda farleiðin í framtíðini kann gerast ein høvuðsferðsluæðr frá norðara parti av Eysturoynni og einum møguligum tunli úr Gøtudali til ætlaða undirsjóvartunnilin millum Skálafjørðin og Havnina.
Samlaða verkætlanin fevnir um liðugtgerð av vegnum millum Skála og Strendur, og síðani 2400 metrar av nýggjum vegi í Skálafirði.
Hesin skal gerast frá dagførda vegnum sunnanfyri bygdina og síðani omanfyri bygdina, við eini brúgv um Fjarðará og eini íbinding í landsvegin umleið 150 metrar norðanfyri verandi íbinding. Vegurin verður eftir ætlanini 7 metrar breiður.
- Dentur er lagdur á at hava so fáar íbindingar sum gjørligt, fyri at tryggja framkomuleikan og ferðslutrygdina. Íbindingar verða tó við bygdina í Skálafirði, á Skála og á Strondum, segði Bjarni Djurholm í uppskotinum. Víst varð eisini á, at gamli landsvegurin á teininum skal verða ogn hjá ávikavist Runavíkar og Sjóvar kommunum.
Uppskotið er gjørt í samstarvi við Landsverk, og kundi vegurin í Skálafirði verða liðugur í 2012 ella 2013.
Málið varð síðani til viðgerð í løgtinginum og í vinnunevndini, har tað í løgtinginum varð einmælt samtykt við 3. viðgerð 6. apríl 2006.
Samstundis bíða fólk í Skálafirði tolin eftir ein loysn á hesum átroðkandi máli!