Mong viður skifti eru enn ikki komin uppá pláss

Tað var skeivt at undanfarnu samgongu at steðga fyrireikingunum til oljuvinnu orsakað av marknaósemju

Jan Müller


Sambært Kolvetnislógini skulu bæði spurningurin um, hvørji øki skulu bjóðast út til leitingar og meginparturin av treytunum í sjálvum leitiloyvunum ásetast við løgtingslóg. At endalig støðutakan til hvørji øki skulu bjóðast út ikki er tikin enn - og neyvan verður tað fyrr enn stutt fyri fyrsta útbjóðingarumfar - heldur Jóhannus Egholm Hansen er væl skiljandi.

-Tað er harafturímóti minni lætt at skilja, at man frá føroyskari politiskari síðu hevur valt í longri tíð meira ella minni at steðga fyrireikandi arbeiðinum av loyvistreytunum, sum var farið í gongd fyri langari tíð síðani, soleiðis at vit og oljufeløgini framvegis bíða eftir bara nøkunlunda vitan um, hvørjar høvuðstreytir føroysku myndugleikarnir vilja áseta í leitiloyvunum.

Jóhannus Egholm Hansen vísir annars á, at tað enn eru mong onnur viðurskifti, sum ikki eru komin uppá pláss. Vit mangla í dag í stóran mun dupultskattaavtalur, eitt nú við tey lond oljufeløgini koma frá.

Onnur øki, sum ikki eru komin uppá pláss, eru: Útgreining av ógreiðum ella ótíðarhóskandi reglum í føroysku skattalóggávuni um t.d. vinnisbýtisskatting, skatting í samband við sølu av partabrøvum, MVG-ábyrgd fyri føroysk umboð hjá útlendskum fyritøkum, toll- og skattafrí havnaøki, støðutakan til hvussu góðs til oljuvinnuna, sum fer um føroyskan kaikant, áðrenn tað fer til oljuboripallarnar, skal tollviðgerast í Føroyum.

Haraftrat kemur útgreining av ótíðarhóskandi reglum í vinnulóggávuni, eitt nú krøvini fyri at fáa loyvisbræv, krøv um bústað hjá nevndarlimum og stjórn í feløgum í Føroyum, hvar partaeigarin er útlendskur osfr. (Í skrivandi løtu verður tó arbeitt við at fáa mong av hesum viðurskiftum uppá pláss, blaðm.)

Jóhannus Egholm Hansen sigur, at man kundi hildið áfram við at nevnt dømi uppá manglandi støðutakan til spurningar, sum krevja at blíva svaraðir í góðari tíð, áðrenn oljufeløgini fara at bjóða uppá leiting fyri milliardir av krónum á føroyska landgrunninum. -Sjálvur eri eg ikki í iva um, at teir einstaklingar, sum hava arbeitt við fyrireikingunum av eitt nú løgfrøðisliga, jarðfrøðisliga og umhvørvisliga grundarlagnum fyri oljuleiting við Føroyar, hava gjørt alt tað tey kunnu til tess at fremja málið, og at tað sostatt ikki er teirra ábyrgd, at vit framvegis bíða eftir svarinum uppá fleiri avgerandi spurningar, áðrenn oljufeløgini yvirhøvur hava fingið neyðugu fortreytirnar fyri at bjóða uppá oljuleiting við Føroyar.

-Ábyrgdin er politikaranna - bæði teimum núverandi og serliga teimum frammanundan seinasta val - sum av taktiskum orsøkum - eftir míni meting skeivt - til tíðir hava valt meira ella minni at steðga fyrireikandi arbeiðinum og sum eisini nokk hava undirmett tørvin á arbeiðsmegi í teimum tíðarskeiðum, hvar nógv var at gera fyri tey fáu fólkini, sum hava staðið fyri fyrireikandi arbeiðinum. Hetta kundi lutvíst verið sloppið undan, um politikararnir í størri mun høvdu valt at gera brúk av útlendskari sakkønari hjálp innan hetta øki sigur Jóhannus Egholm Hansen.