Monika Stauss Joensen: Wer springt so durs Stedtli?

Hetta er mín jólasangur

- Hetta her er ein jólasangur á sveisiskum og uttan hann, vóru míni barnajól helst ikki so sum tey áttu at verið. Sum mær dámdi sangin væl, og ikki minst nú, ið eg eri vaksin, sigur Monika Stauss Joensen í Leirvík.

Tað rørdi okkurt innast í hjartanum hjá mær at syngja um hirðarnar og um eingilin. Eg sá hann fyri mær í míni barnafantasi, hvussu hann í fínum snjóhvítum klæðum sveimaði frá himmalinum niður á jørðina.

Um hann fór til bygdina, har sum nógv fólk høvdu samlað seg, har rokaligt var og eingin ivast í, at veitslan var uppá tað besta – nú familjurnar møttust aftur – um eingilin kom her, var tað rættiliga forstáiligt: Tað vóru jú stór tíðindi, sum hann hevði at bera fólki.

Men nei, hann valdi at fara hagar sum myrkt var, - har sum nakrir seyðamenn, sum kanska ikki vóru so høgt virdir í samfelagnum, sótu og passaðu eitt seyðafylgi. Helst vóru klæði teirra skitin, luktaðu av eldi og seyði, og sótu í einsemi og í myrkri. Áh, sum tað altíð hevur rørt meg, at eingilin fór fyrst hagar .......

Um eg sjálv elski at hugna um í jólatíðini og alt stásið rundanum við at baka, klippa, finna fittar gávu o.s.fr., so komi eg oftani at hugsa um tey sum bera sár og tungar byrðar í hjartanum – tey sum uppá ein ella annan máta sita í myrkri.

Veit eg frá mær sjálvari, at ofta, akkurát í hesum døgum sum tað er minst ynskt, sníkja kenslurnar av heimlongsli til har røturnar eru, seg fram. Og ikki er óvanligt, at meðan kirkjuklokkurnar ringja jólini inn, so rennur eitt tár eftir kjálkanum.

- Men so vilja vit fegnast um, at frelsarin er føddur, sigur Monika Stauss Joensen.





mynd



BYRÐAR

- Um eg sjálv elski at hugna um í jólatíðini, so komi eg oftani at hugsa um tey sum bera sár og tungar byrðar í hjartanum – tey sum uppá ein ella annan máta sita í myrkri, sigur Monika Stauss Joensen í Leirvík






(Hóast skrivaða málið í Sveis er týskt, so finst okkurt smávegis sum er skrivað á “sveisiskum”.



Wer springt so durs Stedtli?

Hvør er tað sum rennur gjøgnum bygdargøtuna?


Wer springt so durs Stedtli, wer mag das wol sy?

He, d Hirte, vom Fáld her gónd d Gasse dury.

Hvør man tað bert vera, sum so seint um náttina rennur eftir gøtuni í lítlu bygdini? Tað eru hirðarnir frá markini sum ganga her.


Was wánds ácht go gschauá, was hánds ácht vernaa?

Si singed und jublád, de Heiland isch da!

Hvat man tað bert vera sum teir vilja hoyra og síggja? Teir syngja og frøast, tí frelsarin er føddur.


En lieblichá Àngel, de hát i dá Nacht,

Voll Freudá die Botschaft, de Hirtá grad pracht.

Mitt á nátt kom ein friðfullur eingil at bera hirðunum á markini gleðiboðskapin.


Drum springd die Mane und jublád so froh,

Mir singed mit iná, de Heiland isch cho.

Hetta er orsøkin til at hesir menn eru so ovurfegnir? Og saman við teimum vilja vit syngja at frelsarin er føddur.