MonkeyRat, Ludvig og roWan framføra í Nólsoy

Í kvøld klokkan 20.00 framføra roWan solo, Ludvig og MonkeyRat á Maggie´s Café í Nólsoy

Nólsoy er serliga víðagitin í Føroyum fyri at hýsa Ovastevnu, ið á hvørjum ári hevur luttakarar í hópatali. Tó er líkt til, at Nólsoyggin nú fer at hýsa tónleikatiltøkum alt árið.

 

Seinastu mánaðarnar hevur navnframi tónleikarin, Terji Rasmussen arbeitt fram móti at opna nýggja kafé í Nólsoy. Í apríl mánaða eydnaðist hetta loksins, og Maggie´s café kundi lata upp - vanliga nevnd Maggie´s. Terji Rasmussen skrivar á facebook-síðuni, at

 

- Endamálið við Maggie´s er at savna fólk til gaman og álvara. Umframt livandi tónleik, ber eisini til at stytta sær um stundir við dart, kortspæli, backgammon, talv og øðrum spølum. Møguleiki er eisini at síggja fótbólt og annnað á stórskýggja. 

 

Leygarkvøldið hýsir Maggie´s einum tónleikatiltaki við navnframur tónleikarum. 

 

roWan solo, Ludgiv og MonkeyRat

Í kvøld klokkan 20.00 framføra roWan solo, Ludvig og MonkeyRat á Maggie´s. Í fyrsta parti spæla roWan og Ludvig saman. Teir spæla RnB-kendan tónleik. Í øðrum parti spæla MonkeyRat. Teir spæla funk-kendan tónleik. 

 

Tiltakið kostar 50 krónur.