Hóskvøldið 6. december verður dupultkonsert við MonkeyRat og Metta Carter Band í Christiania Børneteater
Soul of The World Night;
MonkeyRat eru fyrst á skránni, har borðreitt veður við teirra
egna nýskapandi stíli, sum ummælarar í Keypmannahavn kalla alt møguligt,
sum t.d. egin og máttmykil blanding av poesi, humor, spoken word, spoken funk,
við ísletti av jazzi og metal bass linjum.
roWan, Róin Siggertsson, fer at syngja sangin Pastel Shades hjá Arnold Ludvig,
sum Anna Iachino eigur orðini til.
Metta Carter Band eru síðani á skránni við teirra blanding av
spiritual, hip hop, inspirerað poesi, teskað, talað og sungið við mjúkleika og sál.
Tað er Metta Carter sum skipar fyri konsertini.
Eisini verður DJ Danial Sedona at hoyra millum framførslurnar.
Tiltakið byrjar klokkan 22.00.
Framførslurnar eru á Christiania Børneteater, Bådsmandsstræde 43, Christiania, Keypmannahavn, og meira frættist á hesum heimasíðum
www.christianiaboerneteater.dk
www.myspace.com/monkeyratmusic
www.myspace.com/sassymusic
www.myspace.com/mettacarter