Nú Føroya Banki sum fyrsta føroyska fyritøkan er ratað, hevur hon fingið eitt sjeyndapláss á ratinglistanum hjá ratingfyritøkuni Moody´s A3 kallast ratingin, sum Føroya Banki hevur fingið frá ratingfyritøkuni Moody´s.
- Tað er ein nøktandi rating, tí hon liggur á sama støði sum aðrir líknandi góðir, smáir bankar liggja á, sigur Janus Petersen.
Føroya Banki hevur biðið um ratingina frá Moody´s, fyri at fáa lættari atgongd til lánimøguleikar.
- Fíggjarmarknaðirnir hava verið rættiliga óstøðugir seinasta árið, men vit læntu tvær milliardir í fjør, so tað letur seg gera at lána uttan at vera rataður. Eg vænti kortini, at tað verður lættari at sleppa inn á fíggjarmarknaðin at lána, nú vit hava eina rating, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.
Upprunaliga metti Moody´s tó, at bankin átti at fingið eina Ba2 rating, men av tí at ratingfyritøkan metti, at føroyska heimastýrið og danska stjórnin fara at lofta Føroya Banka, skuldi hann komið í fíggjarligt óføri.
Moody´s metir, at bankin hevur sína styrki í at vera ein lokalbanki og harvið eitt tætt samstarv við kundarnar, og at hann eigur umleið 40% av inn- og útlánunum á føroyska marknaðinum.
Avbjóðingarnar liggja í at kredittstýringin kundi verið betri, og serliga neyðugt verður at halda kostnaðinum niðri.
Tá bankin er komin inn í ratingskipanina, verður hann rataður javnan, serliga fyrstu tíðina.
Eg rokni við at teir koma á kanningarferð minst einaferð um árið, kanska tvær ferðir í fyrstani, og tað setur sjálvandi størri krøv til okkum, sigur Janus Petersen, forstjóri í Føroya Banka.