Eitt flogfar við bolivianska forsetanum, Evo Morales, fekk boð um at broyta farleið og varð noytt at lenda í Eysturríki, tí illgruni var um, at amerikanski avhopparin, Edward Snowden, var umborð.
Morales var á veg heimaftur til Bolivia eftir eina vitjan í Moskva, tá flogfar hansra noyddist at lenda í Wien, eftir at Frakland, Italia og Portugal brádliga høvdu sett flogfarinum forboð fyri at flúgva í teirra loftrúmi.
Uttanríkisráðharrin í Bolivia leggur nú Frakland og Portugal undir at renna ørindi fyri USA, samstundis sum londini leggja seg útí, hvussu bolivianski forsetin ferðast enntá á fult lógligari ferð.
Evo Morales hevur verið ein av fleiri leiðarum í suðuramerikanskum londum, ið hevur sagt seg vera sinnaðan at veita Edward Snowden politiskt friðskjól.