Ómoralskt av Heðin Mortensen

Á býráðsfundinum tann 11. oktober var eitt av málinum leiguavtalir um tær áleið 100 traðunum, sum kommunan leigar út

Á fundinum uppstóð rok millum ómoralska javnaðarborgarstjóran (Heðin Mortensen) og tveir av hansara samgongufelagum, sum hildu, at borgarstjórin átti at farið av fundinum meðan málið var til viðgerðar.

Grundgevingin var, at borgarstjórin hevur eina leigutrøð frá kommununi og var innhabilur í viðgerðini, tí hann skuldi viðgera seg sjálvan. Men borgarstjórin helt seg ikki vera innhabilan og atkvøddi fyri, at m. a. trøðin, sum hann leigar frá kommununi kann ganga í arv.

Tað var tað, sum rokið handlaði um. Samgongufelagir átalaðu og hildu, at borgarstjórin (Heðin Mortensen) úr Javnaðarflokkinum handlaði ómoralskt.

Tað er møguligt, at stevnuskráðin hjá Javnaðarflokkinum skuldi verið víðkað við “hugsa um teg og tíni fyrst” síðani Heðin Mortensen bleiv javnaðarmaður. Tað var tann fatan ein fekk á býráðsfundinum.