Morata verður liðskipari hjá Spania

Spania spælir EM-undankappingardyst móti Noregi á heimavølli komandi leygarkvøld

Enn eitt av teimum størri landsliðunum í Evropa hevur tilnevnt ein nýggjan liðskipara. 

 

Miðvallarin, Sergio Busquets var liðskipari hjá Spania undir HM-endaspælinum í Katar, men hann er nú givin á spanska landsliðnum.

 

Nýggi landsliðsvenjarin hjá Spania, Luis de la Fuente var tí noyddur at velja ein nýggjan liðskipara nú Spania fer í gongd við EM-undankappingina. 

 

Valið er fallið á áleyparan hjá Atletico Madrid, Alvaro Morata sum hevur spælt 61 landsdystir, og hevur skotið 30 mál fyri Spania. 

 

Komandi leygarkvøld klokkan 19.45 tekur Spania móti Noregi í teirra fyrsta EM-undankappingardysti í bólki A. Erling Haaland er skaddur hjá Noregi, og tí eru sigursvónirnar hjá Spania rættiliga stórar.

 

Komandi týskvøld spælir Spania EM-undankappingardyst móti Skotlandi á Hampden leikvøllinum í Glasgow. 

 

Hini liðini í undanbólki A eru Kýpros og Georgia, og eru Spania stórir favorittar til at vinna hendan undanbólkin.