Mánadagurin 10. desember er altjóða mannarættindadagur - ársdagurin fyri heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um mannarættindi
Hvønn dag vera álvarslig brot framd á mannarættindini um allan heim. Píning og deyðarevsing verða enn framd í fleiri londum. Túsindavís av fólki eru fongslaði orsakað teirra sannføring. Nógv eru afturhildin uttan ákæru ella dómsviðgerð. Tí er heimsyvirlýsingin eins viðkomandi í dag, sum í 1948, tá hon varð samtykt.
Amnesty International heitir á fólk um at tendra ljós í vindeyganum fyri teimum, sum sita í fongsli orsakað av teirra kyni, húðaliti, trúgv ella politisku sannføring. Eins og undanfarin ár fer Amnesty at hava kunningar- og sølubásar á Torginum í SMS og í FK í Hoyvík 7. og 8. desember, har høvi verður at keypa ljós og jólakort. Eisini fara vit at vera í jólabýnum í tinghúsgarðinum 10. desember.
Amnesty heitir eisini á øll at senda eina heilsan - eitt kort ella eitt bræv - til nøkur av teimum, sum verða forfylgd ella sum skulu verða í fongsli um jólini og nýggjárið. Heilsanirnar bera vón og eggjan í eini svárari tið. Heilsurnar siga eisini myndugleikunum, at altjóða samfelagið hevur eyguni eftir teimum.
- Í ár heita vit á fólk at senda stuðulsheilsanir til Bu Dongwei úr Kina, Samar Sa?ad ?Abdullah úr Irak og Tran Quoq Hien úr Vietnam, hvørs mannarættindi eru álvarsliga forfjónað. Bu Dongwei er, uttan dómsviðgerð, dømdur til tvey eitt hálvt ár í arbeiðslegu fyri at hava Falung Gong bókmentir liggjandi. Samar Sa?ad ?Abdullah, hevur undir píning játtað seg sekan fyri at hava dripið fýra næstringar, og er dømd til deyða. Tran Quoq Hien er dømdur til fimm ára fongsul fyri arbeiði sítt innan fakfelagsrørsluna, skrivar Amnesty International Føroya Deild.
Adressur og fleiri upplýsingar um stuðulsheilsaninar kunnu finnast á heimasíðuni:
klikkið her!<a>