Landsskjalasavnið hevur opið hús leygardagin 12. november frá kl. 14 til kl.18. Høvi verður hjá vitjandi at vitja lesistovu og nærgoymslur. Eisini verður ein framsýning undir evninum Torv og torvsskurður. Ymisk skjøl, sum hava við evnið at gera verða sýnd fram, men eisini ber til at síggja onnur skjøl.
Kl. 15 heldur Petur Jacob Sigvardsen fyrilestur í Loftstovuni á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hann kallar: Savnindi í granskingarhøpi. Petur Jacob hevur skrivað ritgerðina Torv og torvskurður í søgu og siðsøgu, sum hann hevur arbeitt við í nógv í ár. Eisini hevur hann givið út Úr Gjáar søgu í 4 bindum.
Aftan fyri arbeiðið við hesum báðum verkum liggja drúgvar skjalarannsóknir. Petur Jacob fer í fyrilestrinum at greiða frá hesum arbeiði. Eisini verður høvi til at síggja avrit av teimum savnindum, sum Petur Jacob hevur savna saman í sambandi við arbeiði sítt.
Sí eisini www.lokalarkiver.dk/arkivdag/index.htm