Á Miðdegi í morgin vita vit nógv meiri um, hvussu tað kann lata seg gera at gera ein undirsjóvartunnil ímillum Sandoy og Suðuroy.
Fyrr í ár varð nevniliga ein arbeiðsbólkur settur at fyrireika ætlanina, og hann er nú liðugur við arbeiðið. Tað var Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, sum setti arbeiðsbólkin, og fyrrapartin í morgin fær hann úrslitið í hondina.
Í hesum sambandi hevur arbeiðsbólkurin kannað, hvussu ætlanin kann setast í verk, og hvørjir fyrimunir og vansar eru við einum Suðuroyartunli.
Tá ið arbeiðsbólkurin varð settur, staðfesti landsstýrismaðurin, at tað hevur stóran týdning at kanna møguleikarnar fyri einum Suðuroyartunli sum skjótast, tí at ein tílíkur tunnil fer at verða Suðuroynni til stórt gagn, bæði tá ið tosað verður um at menna ferðavinnuna og eisini vinnulívið í Suðuroy.
Hann staðfestir, at arbeiðið at bora ein Suðuroyartunnil er ein stór verkætlan, sum ikki kann setast í gongd fyrr enn allar fortreytir eru til staðar. Tí hevur arbeiðið hjá arbeiðsbólkinum eisini fevnt um at gera kostnaðarmetingar, tíðarætlan og at kanna fíggjarmøguleikarnar.
Í arbeiðsbólkinum hava sitið Armgarð Steinholm fyri Landsverk, Theresa Kreutzmann, ráðgevari, Teitur Samuelsen, stjóri í tunlafelagnum sum ger Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, Einar Brimnes, verkfrøðingur og verkætlanarleiðari fyri Eysturoyar og Sandoyartunnilin, Gudmund Mortensen, vinnulívsmaður á Tvøroyri og nevndarlimur í tunlafelagnum, Bergur Poulsen, formaður í nevndini í tunlafelagnum, Barbara Thomsen, fulltrúi í Samferðslumálaráðnum, Ingibjørg Berg, ráðgevari og Tórir Michelsen úr Fíggjarmálaráðnum.