Í morgin fara skúlabørn at renna

Árliga skúlarenningin verður í morgin, fríggjadagin. Tað stendur tó skúlum frítt at flyta rennidagin, og onkrir skúlar hava longu verið og runnið

Skúlarenningini 2002

Føroya Ítrottalærarafelag bjóðar aftur í ár skúlunum at vera við til ta árligu Skúlarenningina. Hetta er 19. árið, at runnið verður.
Ítróttalærarafelagið hevur í ár gjørt av, at runnið verður fríggjadagin 11. oktober. Tað stendur tó skúlunum frítt fyri nær at renna annan dag enn tann ásetta. Sigast skal, at fleiri skúlar longu hava runnið.
MBM hevur øll árini stuðlað tiltakinum, og hevur hetta gjørt tað møguligt at halda á í so langa tíð.
Eins og undanfarnu ár er gjørt nýtt vakurt luttøkuprógv, ið verður handað næmingunum, tá teir hava runnið. Á tí verður skrivað, hvussu langt teir megnaðu at renna í ár.
Hetta er einasta landsumfevnandi skúlaítróttatiltak, sum stendur næmingunum í boði í ár, eftir at skúlaítróttadagurin fyri 6. flokkar varð avlýstur í vár. Vónandi verður skúlaítróttadagurin tikin upp aftur í hesum skúlaárinum, men tað veldst tað um vælvild frá lærarum, sum vilja átaka sær at fyrireika dagin, sigur Føroya Ítróttarlærarafelag í tíðindaskrivi.