Í morgin fellur avgerðin sum øll bíða eftir

Ein ummælari væntar, at Føroyar fáa eina Michelinstjørnu í morgin, men ein annar ivast

Føroyska matstovan, Koks, er ein av teimum matstovunum, vit skulu hava eyguni við í morgin.

 

Tað er nevniliga í morgin, at Michelin fer at lata stjørnur til tær bestu matstovurnar í ríkinum, og ein Michelinstjørna er størsti heiður, ein matstova yvirhøvur kann fáa.

 

Tað eru 22 matstovur í danska ríkinum, sum hava Michelinstjørnu og tveir av serfrøðingunum á økinum, Søren Frank, ummælari á Berlingske, og Jesper Uhrum, blaðstjóri á tíðarritinum, Gastro halda, at Koks er ein av matstovunum, vit skulu hava eyguni við í morgin.

 

Teir staðfesta báðir í Tv2, at Koks er á nóg høgum stigi til at fáa eina stjørnu. Men kortini eru teir ikki heilt samdir um, antin tað verður í morgin, at føroyska matstovan fær hana.

 

Vit vita, at inspektørar frá Michelin hava verið á Koks fleiri ferðir, tí tað hava teir sjálvur upplýst á sosialum miðlum, staðfestir Søren Frank í Tv2.

 

Og hann heldur ikki, at teir høvdu ómakað sær at farið heilt til Føroyar fleiri ferðir, uttan so, at ein stjørna er fyri framman.

 

Hinvegin er Jesper Uhrup er eitt sindur í iva. Hann sigur við Tv2, at hann ivast ikki í, at Koks er á nóg høgum stigi til at fáa eina stjørnu. Men hann heldur kortini, at Føroyar eru ov fjarskotnar.

 

Hann vísir á, at hjá Michelin veldst eisini um, hvussu støðan annars er á matlistarliga økjum har teir lata stjørnur, og í tí sambandi heldur hann ikki, at tað hendur nokk í Føroyum til at vit fáa eina stjørnu.

 

Men tað er so í morgin, at avgerðin fellur. Stjórin á Koks, Jóhannes Jensen, segði við info fyrr í vikuni, at tey eru ógvuliga stolt av at verða nevnd í sambandi við Michelinstjørnur.

 

 

Les eisini: Fyrsta Michelinstjørna til Føroya - vit eru øgiliga spent

 

 

Eisini Bent Christensen frá Den Danska Spiseguide væntar, at nú verður tað, at Føroyar fáa sína fyrstu Michelinmatstovu.