Eirikur Lindenskov
Tað eru ikki bert flogmenn, sum eru niðri í Hamburg í sambandi við nýggja Airbus flogfarið hjá Atlantsflog.
Tveir mekanikarar hjá føroyska flogfelagnum stóðu fyri inspektiónini av flogfarinum, men har vóru eisini tvær flogternur, sum vissaðu sær, at alt var sum tað skuldi í kabinuni.??
Atlantsflog hevur leingi fyrireikað seg til Airbus flogfarið, og hevur útbúgvið bæði mekanikarar, flogmenn og flogternur.
Fýra stýrimenn stóðu royndina í Toulouse í síðstu viku.??Sámal Danielsen, flogovasti, gjørdist herfyri fyrsti flogmaður í Europa, sum fekk sertifikat til at flúgva RNP AR, sum er nýggj innflúgvingarskipan, sum Atlatnsflog fer at taka í nýtslu umborð á Airbus flogfarinum.??
Nýggja flogfarið hjá Atlantsflog verður latið av verksmiðjuni í Hamburg í morgin og kemur í Vágar klokkan 16.?