Í morgin verður turt

Eitt djúpt lágtrýst fer yvir Føroyum av útsynningi, við vindi og regni. Síðani streymar kaldari luft eitt skifti inn yvir landið av norðri, áðrenn eitt lágtrýst á veg í ein eystan fer framvið sunnan fyri Føroyar hósnáttina. Hetta letur so aftur upp fyri ein kaldari streymi av norðri.

 

Í dag verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri, 8 til 13 m/s, sum fer í ein eystan og seinnapartin makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av útsynningi, út á dagin klárar tó í, men okkurt æl verður tó. Í nátt verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 7 og 12 stig.

 

Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av norðri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum makar niður í lot til andøvsgul av ymsum ættum, 3 til 8 m/s. Turt og sólglottar og hitin millum 7 og 10 stig. Í annaðkvøld og hósnáttina verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Skýggjað og turt og hitin millum 5 og 8 stig.

 

Hósdagin verður gul til stívt andøvsgul av norðri, 5 til 10 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og vestan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og um náttina regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 8 stig.

 

Fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum makar niur í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Ælaveður og sólglottar. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Leygardagin verður andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 3 og 8 stig.

 

Sunnudagin lot til andøvsgul av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum fer í ein eystan og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s. Fyri tað mesta turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 8 stig.