Í gjárkvøldið spældi NSÍ fyrsta venjingardystin, eftir at korona fyri seks vikum síðani setti ein stoppara fyri øllum fótbólti.
KÍ vitjaði í Runavík, og klaksvíkingar fóru til hús aftur við 2-1 tapi.
Petur Knudsen legði heimaliðið framum, Ole Erik Midtskogen javnaði, og Jann Benjaminsen umsetti brotsspark til 2-1 sigursmálið.
Teir fyrstu ellivu:
NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Aron Knudsen, Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen – Steffan Á. Løkin, Petur Knudsen
KÍ: Meinhardt P. Joensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen, Ísak Simonsen – Boris Dosljak, Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni – Ole Erik Midtskogen, Páll A. Klettskarð
Í morgun vóru NSÍ spælararnir aftur á ferð. Nú var tað ikki á vøllinum. Í síðstu viku varð avrátt millum borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Tórbjørn Jacobsen, og NSÍ liðformannin, Klæmint A. Olsen (hann var ikki á vøllinum í gjárkvøldið), at spælararnir í NSÍ hópinum skulu laða garðarnar á Glyvrum aftur í seyðahøgan stand, og í morgun fóru teir fyrstu ferð til verka.
Myndina tók borgarstjórin av trappuni á Langanesi á Glyvrum.