Morgunlesturin tikin av skrá aftur

Undirtøkan fyri sangløtuni, sum Rás2 skuldi skipa fyri í samband við upptøku av sálmasangi til morgunlesturin, var so lítil, at avtalan er avlýst Jonhard Hammer, stjóri á Rás2, mátti taka eina skjóta og tunga avgerð, tá hann fyri løtu síðan boðaði frá, at morgunlesturin klokkan 9.50 á Rás2 nú verður av ongum.

- Undirtøkan var ikki til staðar og tað harmar okkum. Hetta var ikki lætt, men tað mátti gerast, og tí vil eg hervið boða frá, at eingin morgunlestur verður á Rás2 hóast alt.

Eisini bispur og landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, harmast at hetta ikki bleiv av nøkrum.

- Tað er sera harmiligt, men nú spardu vit í Mentamálaráðnum so eina hálva millión afturat, sigur Helena Dam á Neystabø.

Føroya Bispur, Jógvan Fríðriksson, kennir seg vónbrotnan, men er tó vónríkur um at tað so ístaðin kann eydnast at ávirka Kringvarpið at broyta sína støðu.

- So mugu vit bara taka tað næstbesta. Vit vóna at tað fer at bera til at fáa lesturin á skránna aftur klokkan 9.50 í Kringvarp Føroya, sigur Jógvan Fríðriksson.

Kringvarpsstjórin fegnast hinvegin.

- Hevði álvari verðið av tí, høvdu vit helst mist nógvar lurtarar. Tí má eg siga, at eg kenni tað sum ein lítlan lætta, at tað varð av ongum, sigur Annika Mittún Jacobsen, sum tó ikki vil vátta at morgunlesturin kemur aftur á skrá í Kringvarpinum.

Sostatt gjørdist dagurin í dag, tann 1. apríl apríl, ikki tann stóri og søguligi dagurin í søguni hjá Rás2, sum nógv høvdu vónað.