Morgunlesturin verður nú aftur sum vanligt

Kringvarpið hevur nú gjørt av at morgunlesturin skal aftur sendast sum vant klokkan 10.05 á morgni. Samstundis verður hann ikki longur sendur í sjónvarpin. Annika Mittún Jacobsen, stjóri, segði við Útvarpið nú klokkan 16, at reaktiónin upp á at morgunlesturin varð tikin burtur, var sterkari enn tey høvdu roknað við og at tað er ein orsøkin til, at tey nú hava gjørt av at endursenda morgunlesturin klokkan 10.05 fyri at ganga ynski í fólkinum á møti.

At taka morgunlesturin var var kanska eitt ov víðgongt stig fyri siðbundnu Føroyar, heldur stjórin í Kringvarpinum.

Fyrstu ferð, at morgunlesturin verður endursendur klokkan 10.05, verður mánamorgunin