Tá ið stóreldur tók seg upp í einum goymslubygningi hjá Shell á Tvøroyri fríggjakvøldið, kundi skaðin verið nógvar ferðir størri enn hann var.
Men tað fekk ein djarvur bilførari hjá Shell forðað fyri.
Tá ið eldurin varð fráboðaður og fólk so smátt fóru at savnast á staðnum, vóru tað mong, sum ornaði um skallan, tá ið tey fingu at vita, at ein oljubilur við 2000 litrum av gassolju stóð inni í húsinum.
Men Mortan Sørensen, sum sjálvur koyrir olju fyri Shell í Suðuroy, var knappur og fekk bjargað bilinum út, áðrenn eldurin festi í hann.
Mortan sigur, at hann skuldi ikki koyra hetta kvøldið.
Hann var kortini farin yvir á ferjuleguna at koyra ein tangabil í land, sum skuldi koma við Smyrli.
Tá ið Mortan hevur frí, plagar hann at lata bæði lyklar til oljubilin og fjarstýringina til garasjuhurðina liggja eftir við hús, tí tá hevur hann onki at brúka tey til.
- Men av onkrari merkligari orsøk, hevði eg bæði lyklar og fjarstýring uppi á mær. Eg veit ikki sjálvur, hvussu tað bar til, men soleiðis var altso hetta eina kvøldið, sigur hann.
Tað var eisini so heppið, at hann hevði fartelefonina uppi á sær. Men hon liggur eisini ofta eftir við hús, tá ið hann ikki koyrir.
- Ímeðan eg standi á Krambatanga og bíði eftir, at Smyril skal leggja at, ringir fartelefonin. Tað er beiggi mín, sum staðfestir í rørinum, at nú fór oljubilurin.
- Eg var eitt sindur ørkymlaður, tí oljubilurin var jú ikki komin í land av Smyrli enn, so at hann longu skuldi verið farin nakran veg, skilti eg púra onki av.
Men so bað beiggi Mortan hann hyggja yvir á goymsluy bygningin.
- Tað var ein skelkur, tí tá sá eg, at alt stóð í ljósum loga.
Í allar evstu løtu
Mortan sigur, at hann leyp inn í bilin og helt yvir til bygningin.
- Eg trýsti á fjarstýringina og lukkutíð virkaði hurðin enn, so hon fór upp.
Mortan sigur, at hann tordi inn, hóast tað var so tjúkt í royki, at hann sá ikki eina hond fram fyri seg. Kortini tordi hann inn, tí hann hevur havt sína dagligu gongd har leingi og kendi bygningin sum sín egna buksulumma.
- Eg fekk trilvað meg inn í bilin og fekk starta hann. Men tá ið eg skuldi bakka út, var tað bara upp á gjøt, tí tað var so nógvur roykur. Eg sá ikki so frægt sum um at hurðin var opin ella ikki, sigur hann.
Ìmeðan Mortan var inni, fór streymurin og við ongum streymi, virkar fjarstýrda hurðin ikki.
Tí var tað í allar evstu løtu, at hann var farin inn eftir bilinum.
Tað eydnaðist honum so eisini at fáa bilin út og burtur av vandaleið.
Sjálvur er hann lítillátin og veit ikki endiliga um hann var so djarvur.
Men hann er í øllum førum greiður yvir, at hann var ómetaliga heppin – fyrst tí at hann hevði bæði lyklar, fjarstýring og telefon uppi á sær, tí tað plagdi hann ongantíð hava. Og so tí at hann lukkaðist at fáa hurðina upp, í allar evstu løtu, áðrenn streymurin fór og læsti hurðina.
- Hevði alt hetta ikki gingið upp í eina hægri eind, var ongin sum helst møguleiki at bjarga bilinum út, sigur Mortan Sørensen.
Spreinging ella ikki
Spurningurin er so, hvat hevði hent, varð bilurin standandi inni?
Á Føroya Brandskúla við Áir meta tey ikki, at vandi skuldi verið fyri eini spreinging.
- Nú á døgum eru allir slíkir tangar úr lættmetalli og teir smelta og so brenna teir, sum øll onnur bál, uttan at spreingjast.
- Fyrr vóru tangarnir úr stáli og tá kundi spreinging standast av slíkum og tað var ikki lukkuligt.
Summi, ið hava við olju at gera, meta, at vandi kortini altíð er fyri eini spreining, hóast tangarnir eru av lættmetall.
Ein teirra er Pauli Einarsson, sum hevur felagið OSR, hevur sum arbeiðsøki at taka upp eftir oljudálkingar.
Hann sigur, at kemur ein oljutangi beinleiðis í sambandi við eld, er tað rætt, at hann smeltar.
- Men verður nóg heitt rundanum tangan, uttan at hann kemur beinleiðis í sambandi við eld, er avgjørt vandi fyri eini spreinging.
- Undir øllum umstøðum hevði tað verið vónleyst hjá sløkkiliðsfólki at komið nær í námind av húsinum.
- Og stóð oljubilurin inni í húsinum, við vanda fyri spreinging, er tað eisini ein spurningur um ikki fólkini í húsunum næst við, høvdu fingið boð um at farið úr húsunum av trygdarávum.
Viðurkenna avrikið
Á Føroya Shell sigur stjórin, Hákun Djurhuus, at teir hava fingið at vita um avrikið hjá Mortani Sørensen og slíkt viðurkenna tey hjá Shell.
- Um talan var um spreingivanda ella ikki, kann í øllum, førum staðfestast, at Mortan bjargaði einum milliónavirði, tí ein slíkur tangabilur kostar áleið hálvaaðru millión, sigur Hákun Djurhuus.