Suðurstreymoyar Útróðrarfelag hevði aðalfund leygardagin í Áarstovu í Havn.
Nevndin var øll endurvald og skipaði seg soleiðis:
Mortan Johannesen, formaður
Ragnar Hentze, næstformaður
Carl August Arge, skrivari
Doru á Torvlaðnum, tiltakslimur
Suðurstreymoyar Útróðrarfelag er eitt av heilt fáum útróðarfeløgum sum enn eru eftir og sum eru aktiv. Sum øllum kunnugt so hevur útróðurin havt sera ring kor seinastu nógvu árini og flotin er bert ein viðfáningur sammett við fyri árum síðani.
At botnfiskastovnarnir eru sera illa fyri er høvuðsorsøkin til ringu støðuna. Eisini hava fiskaprísirnir mangan verið lágir nú í fleiri ár.
– Men landsins myndugleikar hava so sanniliga ikki verið nakar stuðul – tvørturímóti. Ferð eftir ferð eru okkara kor vorðin nógv verri seinastu árini. Vit kunnu nevna at teir flestu sum rógva út við snellu hava mist teirra føstu fiskidagar og í dag noyðast at fiska av einari lítlari nøgd av felagsdøgum. Ein nógv ótryggari skipan, sigur Suðurstreymoyar Útróðrarfelag.
Eisini eru heilt nógvir útróðrarmenn gliðnir úr skipanini við Minstaforvinningi tí krøvini knappliga blivu ov høg.
Útróðraflotin hevur ikki fingið part í makrelríkidøminum á nakran nýtiligan hátt, meðan felstu aðrir skipabólkar hava fingið hendan sjálvsagda rætt.
– Vit kunnu ikki fata okkara nógv versnaðu støðu – vegna beinleiðis politiskar avgerðir – sum annað enn illvilja mótvegis útróðrarflotanum.
– Øll vita um støðuna, og nógv pent prát og gylt lyfti hava vit hoyrt. Men stuðlandi handlingar eru ongar enn.
Tað eru millum annað hesi viðurskifti, Suðurstreymoyar Útróðrarfelag av øllum alvi vil arbeiða fyri at broyta rættan veg.
– Og somuleiðis at bøta um øll onnur mál sum hava við áhugamálini hjá okkara limum at gera, sigur felagið í tíðindaskrivi.