Mamman, Mona Johannesen, var úr Hvannasundi, dóttir tann tiltikna skiparan Mortan í Hvannasundi. Pápin, Banus (Urbanus) Olsen var klaksvíkingur, sonur Hans Erik Olsen, sum saman við Jógvan Segl hevði fyritøkuna Joensen & Olsen, kallað Seglhúsmenninir. Mona og Banus fingu tríggjar synir. Tann elsti, Hans Erik, doyði fyri nøkrum árum síðani. Mortan er miðlingasonur, og Jógvan er yngstur.
Mortan tók millumskúlaprógv í Klaksvík í 1959. Longu frammanundan hevði hann verið onkran túr til skips, nú gjørdist hann sjómaður og var í Grønlandi og Ný Fundlandi.
Tá hann hevði fingið teir 48 kravdu mánaðirnar í siglingartíð, fór hann 19 ára gamal á sjómansskúla í Havn. Fyrst tók hann stýrimansprógv og í 1965 skipsføraraprógv.
Hann førdi síðani skip hjá Seglhúsmonnunum. Tað vóru fyrst og fremst Hans Erik og hann, sum stóðu fyri fyritøkuni sum fráleið, tí tað eldra ættarliðið var fallið frá. Urbanus doyði í 1984, einans 69 ára gamal, og síðani tá hevur Mortan verið nógv heima.
Í 1997 fór Mortan til Suðurafrika at vera sjómaður og var har í eitt hálvt ár. Ein part av tíðini høvdu teir støð í Port Elizabeth í Suðurafrika, men fyri tað mesta høvdu teir støð á Mauritius og fiskaðu suður móti ísinum.
Seinni fór Mortan við einum vaktarskipi og hevur hildið vakt á norskum øki í Norðsjónum.
Í 1969 giftist Mortan við Elsbu Jacobsen úr Klaksvík, og tey eiga tríggjar døtur og tveir synir.