Mortan úr Hørg á landsliðnum

Gunnar Nielsen í Frem tykist í løtuni at vera besta boðið upp á framtíðar málverjan, og Tór-Ingar Akselsen, Ingi Højsted og Johan B. Hansen eru aftur í landsliðshitanum

LANDSLIÐIÐ

Mortan úr Hørg úr VB. Tað er spildurnýggja navnið á navnalistanum, sum Henrik Larsen, landsliðsvenjari, í gjár kunngjørdi í sambandi við landsdystirnar, sum vera á heimavølli leygardagin 4. juni á Svangaskarði og mikudagin 8. juni á Tórsvølli móti ávikavíst Sveis og Írlandi.
Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir 20 spælarum, og umframt vongspælaran úr VB eru eisini fleiri onnur nøvn, sum ikki vóru at finna í landsliðshøpi í fjør. Tór-Ingar Akselsen, sum ikki spældi á hægsta støði í fjør, er boðsendur aftur, og tað eru eisini Johan B. Hansen, sum í fjør segði seg ikki hava stundir til landsliðsfótbólt, og Ingi Højsted, sum var nógv skaddur í fjør, tá ið hann framvegis var í Arsenal.
Todi Jónsson er ikki á listanum. Hann hevur onga dystarvenjing fingið í FCK, og harvið er løtan enn eina ferð útsett, tá ið veteranurin aftur fer í landsliðsbúnan. Kári Nielsen, HB, sum í fjør spældi seg í landsliðshitan, hevur ikki fingið boð, og tað hevur Pauli G. Hansen, Skála, heldur ikki fingið. Teir eru báðir verjukendir sentralir miðvallarar. Umframt Kára Nielsen eru John Petersen, sum gavst á landsliðnum í heyst, Arnhold Berg, Skála, sum orsakað av skaða ikki hevur spælt í ár, HB málverjin Bárður Johannesen og Pól Thorsteinsson, sum fyri stuttum boðaði frá, at hann ikki hevur hug at halda fram á landsliðnum, teir fimm, sum vóru við á Kypros og í Írlandi, og sum ikki eru við hesa ferð.

Nýggjur síðuspælari
At Pól Thorsteinsson hevur givið endaligt avboð til landsliðið ber við sær, at tað er serligur spenningur knýttur at úttøkuni av síðuspælarum í høgra verjuborði, og tað er í tí sambandinum, at Mortan úr Hørg er áhugaverdur.
24 ára gamli sumbingurin var 16 ára gamalur, tá ið hann kom á besta liðið í Sumba, og síðani 2002 hevur hann verið í VB. Hann plagar at fáa skoðsmálið, at hann er skjótur og sterkur og tryggur á bóltinum, men at hann kanska ikki er heilt so stinnur taktiskt. Venjarin hevur valt hann fram um allar aðrar, sum kanska kundu komið upp á tal í hesum plássinum.
- Eg havi ikki hugsað um møguleikan, at eg skuldi fáa landsliðsboð, men sjálvandi eri eg fegin um, at venjarin nú hevur sent boð eftir mær. Eg var við á venjingarleguni í La Manga. Tá søgdu venjararnir ikki nakað ítøkiligt um mínar møguleikar, men eg kendi tað sum um, at teir vóru nøgdir við avrikið hjá mær, sigur Mortan úr Hørg.
Í Spania var hann allar 90 minuttirnar á høgra vongverja, tá ið landsliðið spældi móti norska Ham-Kam.
Aðrir møguleikar enn Mortan úr Hørg í plássinum, sum nú er tómt eftir Pól Thorsteinsson, eru Johan B. Hansen og Atli Danielsen.

Julian hevur fingið boð
Henrik Larsen hevur boðsent 20 spælarum. Tað vil siga, at um allir framvegis verða tøkir, tá ið leygardagurin 4. juni upprennur, so skulu tveir sáldast frá og sita á áskoðaraplássunum, meðan ellivu fara at stríðast á vøllinum og sjey fara at sita á beinkinum.
Umframt teir báðar føstu málverjarnar nógvu tey seinastu árini, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, hevur venjarin sent boð eftir Gunnari Nielsen, sum er fastur eykamálverji hjá Frem, ið stríðist fyri at vinna sær uppflyting í superliguna. Harvið fær Gunnar Nielsen í venjingum møguleika at vísa venjaranum, hvussu hann er fyri, tá ið sammett verður við aðrar málverjar í Føroyum og serliga Bárð Johannesen, HB, sum í fjør var tann næsti í røðini aftaná Jákup og Jens Martin.
Millum veteranarnar, sum sjálvandi fáa boð, inntil teir hava spælt seg av liðnum, eru Óli Johannesen og Julian Johnsson. Tað munnu vera fleiri ár síðani, at Óli Johannesen hevur verið so væl upplagdur, sum hann er í ár. Saman við Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen er hann sjálvskrivaður í verjuni.
Julian Johnsson hevur fingið heilt nýggjan leiklut, men venjarin hevur valt at geva honum møguleikan at vísa, hvør dugur er í honum. Frá at hava spælt á sentrala miðvøllinum á Akranesi í bestu íslendsku deildini, er Julian nú spælandi venjari hjá B68 í 2. deild. Julian hevur fleiri ferðir givið til kennar, at hann hevur ongar ætlanir um at seta skógvarnar á hillina, og tí hevur tað ikki borið til hjá venjaranum at síggja burtur frá honum.
Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør hava verið nógv í landsliðshópinum seinnu árini, men teir hava ikki fingið boð hesa ferð.
Teir 20, sum fríggjadagin fingu landsliðsboð, eru hesir: Jákup Mikkelsen, B36, Jens Martin Knudsen, NSÍ, Gunnar Nielsen, BK Frem, Óli Johannesen, TB, Jón Rói Jacobsen, BK Frem, Súni Olsen, GÍ, Mortan úr Hørg, VB, Atli Danielsen, KÍ, Johan B. Hansen, AC Horsens, Rógvi Jacobsen, KR, Fróði Benjaminsen, B36, Claus B. Jørgensen, Coventry, Jákup á Borg, HB, Julian Johnsson, B68, Ingi Højsted, B36, Tór-Ingar Akselsen, HB, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jónhard Frederiksberg, Skála, Heðin á Lakjuni, KÍ, og Christian Høgni Jacobsen, NSÍ.