Í Vági brynja teir seg til komandi kappingarár, og tríggir nýggir leikarar eru komnir til felagið.
Mortan úr Hørg, sum seinastu árini hevur spælt við Sumba, hevur valt at royna eydnuna í VB. Mortan er evnaríkur spælari, sum hevur spælt trý kappingarár í 1. deild við Sumba.
Í fjør spældi hann í 2. deild við barndómsfelagnum, men tað eydnaðist ikki sumbingum at endurvinna sætið í 1. deild. Nú hevur hann so leitað sær nýggjar avbjóðingar í grannabygdini Vági.
Mortan úr Hørg, sum er um 20 ára gamal, kann spæla á fleiri plássum, men tá Sumba var í fyrstu deild spældi hann mest sum vongverji.
Tveir jugoslavar
Umframt Mortan úr Sumba eru tveir jugoslavar komnir til Vágs at spæla. Talan er um Slobodan Madzar, sum er miðvallari, og Nenad Zivanovic, ið er áleypari. Teir eru báðir um 25 ára gamlir.
John Henrik Holm, ið er nývaldur formaður í VB, er fegin um nýggju spælararnar. Tað, sum hann hevur sæð og hoyrt higartil, boðar frá góðum.
VB hevur nú fimm útlendskar leikarar í hópinum. Marek Viersbicki og Robert Cieslewicz úr Póllandi og Slobodan Madzar, Nenad Zivanovic og Predrag Zivkovic úr Jugoslavia.
Marek hevur spælt so leingi í Føroyum, at hann ikki verður roknaður sum útlendingur í fótbóltshøpi. Loyvt er at hava fýra útlendingar á liðnum.
Allir tríggir jugoslavarnir hava spælt á sama liði í heimlandinum, og teir kennast tí væl. Umframt teir fimm leikararnar er venjarin eisini úr Jugoslavia, og hann eitur Dragan Kovacevic. Teir tosa allir enskt, og tí er lætt at samskifta við teir.
Vilja vera í oddinum
John Henrik Holm viðgongur, at tað kann vera óheppið við so nógvum útlendingum, tí teir troðka vágbingar burtur. Hann ásannar samstundis, at tað er neyðugt, um liðið skal standa seg í kappingini.
? Tað er sera umráðandi at hava ein breiðan hóp. Í fjør høvdu vit nógvar skaddar spælarar, og tað gav okkum trupulleikar, tí hópurin ikki var nóg breiður. Harafturat skal sigast, at útlendsku leikararnir ikki eru sjálvskrivaðir á liðnum, men teir mugu berjast fyri plássinum eins og hinir, sigur John Henrik Holm, formaður.
Hann leggur afturat, at endamálið er at minka um talið av útlendingum, so hvørt sum yngri leikarar taka við, tí VB hevur fleiri góðar leikarar í yngru deildunum.
Men í løtuni verður hildið, at tað er neyðugt av hava styrk út útlondum. Formaðurin er bjartskygdur undan hesum kappingarárinum, og hann metir, at VB hevur eitt sterkt lið, sum kann gera seg galdandi í heimligu kappingini.
VB endaði á fjórða plássi í fjør, og teir gjørdust júst ov stuttir til evropeisku kappingarnar.