Morten Olsen heldur fram

Nógvar gitingar hava verið um, antin DBU fór at geva Morten Olsen sparkið eftir fiaskoina í Parkini týskvøldið móti Armenia.

 

Men nú er greitt, at Morten Olsen heldur fram HM-undankappingina á tamb.

 

Stjórnarskrivarin í DBU, Jim Stjerne Hansen, váttar fyri Jyllands-Posten, at framtíðin hjá Morten Olsen ikki verður viðgjørd, fyrr enn H undankappingin er av í heyst.

 

- HM kvalifikatión er nú bara teoretisk, men hetta er ein tilgongd Mítt útgangsstøði er, at við eftirmeta tað góða og tað vánaliga, tá undankappingin er av. Og tá er ein dystur ikki eitt nóg gott grundarlag at meta út frá, sigur Jim Stjerne Hansen við Jyllands-Posten.

 

Í mun til ein avloysara til Morten Olsen eru donsku kandidatarnir ikki nógvir. Jim Stjerne Hansen sigur tó, at tjóðskapurin ikki er so avgerandi.

 

- Vit eiga ongan við somu kvalitetum sum Morten Olsen, men tað er so nakað, vit mugu hyggja eftir hjá einum komandi landsliðsvenjara, sigur Jim Stjerne Hansen.