Tað bar at enda við sær, at danski venjarin varð burturvístur. Reyða kortið ber við sær, at Morten Olsen mikukvøldið, tá ið Danmark í Parkini fer at spæla ímóti Svøríki, ikki fer at sita á venjarabeinkinum, men fer at sita millum áskoðararnar.
Svøríki er framvegis oddalið í bólki F. Sviar hava fulla úrtøku - 12 stig eftir fýra dystir. Norðurírland er næstfremst við tíggju stigum, Danmark er á triðja plássi við 7 stigum, og Spania hevur 6 stig. Norðurírland hevur spælt fimm dystir, og Spania og Danmark hava spælt fýra dystir.