Tann 28 ára gamli løgfrøðingurin Morten Messerschmidt fekk sera nógvar atkvøður á Evropavalinum í Danmark Hóast hann er bara 28 ára gamal, smurdi oddavalevnið hjá Danska Fólkaflokkinum, Morten Messerschmidt, øll hini valevnini av á ES-valinum fyrradagin.
Tá liðugt var at telja tær persónligu atkvøðurnar seinnapartin í gjár, hevði Morten Messerschmidt fingið 255.708 atkvøður. Tað var nógv fleiri, enn nakað av hinum valevnunum fekk.
Við talinum hevur Morten Messerschmidt skrivað seg í donsku søguna, tí bara eitt valevni hava nakrantíð fingið fleiri atkvøður enn hann. Tað metið eigur fyrrverandi forsætisráðharrin Poul Nyrup Rasmussen, sum á ES-valinum í 2004 fekk 407.966 persónligar atkvøður.