Mostur mín - ein tíðarmynd

Leygarkvøldið hin 28. september fer Fornminnisfelagið í Nes kommunu at skipa fyri hugnaløtu á Svangaskarði.

Leygarkvøldið hin 28. september klokkan 19 fer Fornminnisfelagið í Nes kommunu at skipa fyri hugnaløtu á Svangaskarði á Toftum, og her verður ymiskt spennandi og forvitnisligt á skránni.

 


Petur Martin Petersen, leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði, fer at hugleiða undir yvirskriftini "Mostur mín í Leirvík - ein tíðarmynd”, og menninir í Undirhúsinum á Toftum fara at luttaka við sangi.

 

Á hugnaløtuni verður eisini borðhald, og her verður burturluting við nógvum góðum vinningum, eitt nú lambi til heystar. 



 

- Vit vóna, at nógv fólk fara at møta upp, og øll eru hjartaliga vælkomin, sigur Fornminnisfelagið í Nes kommunu.

 

Myndin er av Gamla Gerði, sum er ein av bygningunum hjá Fornminnisfelagnum.