Motorpassarafelagið í søguna

Føroya Motorpassarafelag fer nú í søguna, og limirnir í felagnum eru fluttir yvir í Føroya Maskinmeistarafelag.

Tann 28. mai 2010 varð avtala undriskrivað um at limirnir í Føroya Motorpassarafelag verða fluttir yvir í Maskinmeistarafelagið og samstundis yvirtekur Maskinmeistarafelagið ognir og skyldur hjá Føroya Motorpassarafelag.

Føroya Motorpassarafelag, sum varð stovnað tann 14. desember 1932, er við hesum farið í søguna og Maskinmeistarafelagið tekur sær av sáttmálaviðurskiftum hjá øllum, sum starvast í maskintænastu á sjógvi og landi.