Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League vann eisini móti dystarenda

Bodø/Glimt spælir ein dyst aftrat áðrenn teir møta KÍ

Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League, Bodø/Glimt vann eisini móti dystarenda ígjár

Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League, Bodø/Glimt vann eisini móti dystarenda ígjár

Mikudagin 6. juli klokkan 17 verður fyrri dysturin í Champions League undankappingini millum Bodø/Glimt og KÍ í Bodø.

 

Eins og KÍ spældi Bodø/Glimt dyst ígjár. Talan var um ein dyst í norsku steypakappingini á útivølli móti Vålerenga.

 

Eins og hjá KÍ í dystinum móti NSÍ við Djúpumýru var tað heilt móti dystarenda, at Bodø/Glimt tryggjaði sær sigurin móti Vålerenga.

 

Klokkan vísti 90 minuttir, tá Ulrik Saltnes skoraði til 1-0, ið gjørdist úrslitið av dystinum millum Vålerenga og Bodø/Glimt.

 

Bodø/Glimt spælir ein dyst aftrat áðrenn teir møta KÍ. Tað verður á útivølli í bestu norsku fótbóltsdeildini klokkan 17. Mótstøðuliðið verður liðið hjá GIlla R. Sørensen, Odd. 

 

Tríggjar dagar aftaná Bodø/Glimt hava spælt heimadystin móti KÍ í Champions League undankappingini spæla teir heimadyst móti Sarpsborg 08 í bestu norsku deildini. Eftir tað ferðast Bodø/Glimt til Klaksvíkar at spæla returdyst. 

 

Bodø er nummar fimm í bestu norsku deildini við 19 stigum. Átta stig eru upp til oddaliðið, Lillestrøm sum hevur 27 stig.

 

 

 

 

 

Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League, Bodø/Glimt vann eisini móti dystarenda ígjár

Mótstøðuliðið hjá KÍ í Champions League, Bodø/Glimt vann eisini móti dystarenda ígjár