Nú staðfestir størsti miðilin í Bodø-økinum, Avisa Nordland, at hópurin hjá Bodø/Glimt ikki lendir í Vágum í dag.
Enn er ikki staðfest um dysturin móti KÍ í Champions League undankappingini, ið skuldi leikast við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 19 verður fluttur til mikukvøldið.
Bodø/Glimt vann fyrra dystin 3-0.
Upprunaliga skuldi flogfarið við spælarunum hjá Bodø/Glimt fara klokkan 11 fyrrapartin í dag.