Mótstøðuliðið er stovnað sama ár sum NSÍ og hevur somu litir

Tað eru nøkur forkunnug samanfall millum NSÍ og teirra mótstøðulið í Europa Conference League, FC Honka

Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Europa Conference League, FC Honka úr Finnlandi hevur nøkur samanfall við NSÍ

Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Europa Conference League, FC Honka úr Finnlandi hevur nøkur samanfall við NSÍ

NSÍ er stovnað í 1957, og búnarnir hjá NSÍ hava gular og svartar litir.

 

8. og 15. juli møtir NSÍ finska liðnum, FC Honka í fyrsta undanumfarinum í Europa Conference League kappingini.

 

Samanfallini millum NSÍ og FC Honka eru rættiliga forkunnug.

 

Bæði NSÍ og FC Honka eru stovnað í 1957.

 

Bæði NSÍ og FC Honka hava gular og svartar búnar.

 

Men har steðgar líkheitin. FC Honka hevur enn ikki vunnið meistaraheitið í Finnlandi. NSÍ hevur á einum sinni vunnið meistaraheitið í Føroyum. Tað var í 2007.

 

NSÍ hevur vunnið steypakappingina tríggjar ferðir, FC Honka hevur bara vunnið finsku steypakappingina á einum sinni. 

 

FC Honka hevur sáttmálabundnar leikarar úr Gambia, Brasil, Kamerun, USA, Suðurafrika, Portugal, Ghana og Kolumbia.

 

NSÍ hevur tveir ungar danskar leikarar, Jacob Trenskow og Mikkel Jacobsen, men hevur annars bara føroyskar leikarar.

 

FC Honka hevur tapt seks av átta dystum í bestu finsku fótbóltsdeildini higartil í ár. NSÍ hevur í seinastu átta dystunum vunnið tríggjar, spælt tríggjar javnar og hava tapt tveir dystir. 

 

Í fjør tapti FC Honka 2-5 fyri danska liðnum, AGF í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini.

 

NSÍ vann 5-1 á Barry Town í undanundanumfarinum, og tapti 0-6 fyri Aberdeen á útivølli í fyrsta undanumfarinum í Europa League kappingini í fjør. 

 

NSÍ spælir í Honka 15. juli og á Svangaskarði á Toftum 8. juli. Liðini býttu um heimadyst.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Europa Conference League, FC Honka úr Finnlandi hevur nøkur samanfall við NSÍ

Mótstøðuliðið hjá NSÍ í Europa Conference League, FC Honka úr Finnlandi hevur nøkur samanfall við NSÍ