Móttøka fyri dialysuviðgerðini á Suðuroyar sjúkrahúsi

Dialysusatelitturin er ein nýggjur kapittul í okkara søgu. Ein kapittul um vón um betri lívsgóðsku hjá dialysusjúklingunum í Suðuory, og um eitt Sjúkrahúsverk sum er nærri borgaranum.

 

Soleiðis segði Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, til móttøku á Suðuroyar sjúkrahúsi í gár.

 

Sjúkrahúsverkið skipaði fyri móttøku í sambandi við, at dialysuviðgerðin byrjar á Suðuroyar sjúkrahúsi mánadagin.

 

Øll røðan hjá landsstýriskvinnuni kann lesast her.