Í dag var almenn móttøka í Vágs Skúla, nú Óli í Hjøllum og Elin Jacobsen fara frá fyri aldur og eftir drúgva tænastu. Óli í Hjøllum, skúlastjóri, Elin Jacobsen, lærari, hava starvast innan skúlaverkið í meira enn 40 ár.
Bæði hava verið drúgv og trúgv í lærarastarvinum og nógv fólk, eini 80 - 100 fólk, var til móttøkuna.
Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði fjøldini vælkomnari, innan Ljómur sang nakrar sangir. Síðani helst borgarstjórin røðu og handði gávur.
Elsebeth Magnussen, varaskúlastjóri, helt røðu, eins og Eydis Kjærbo bar heilsan vegna skúlastýrið.
Síðani fingu tey bæði, Óli í Hjøllum og Elin Jacobsen, orðið, og takkaðu tey fyri árini, og nýttu høvið at minnast aftur á og at koma inn á tær stóru broytingar, ið hava verið innan skúlagátt, eins og í samfelagnum, hesi mongu ár.
Serstakt og rørandi var, at næmingur í 3. flokki hevði skrivað sær eina røðu til skúlastjóran, ið hann heldur nógv av, og tveir floksfelagar vóru honum við lið, og handaðu teir gávu og blómur.
Umboð fyri lærarar við Vágs Skúla handaðu eisini gávur og takkaðu fyri samstarvið, eins og fyrstilærarin við skúlan í Sumba, Arnfinnur Bjarkhamar, helt røðu, innan boðið varð til búgvið kaffiborð.
Óli í Hjøllum tók prógv á Føroya Læraraskúla í 1971, og var lærari á Toftum 1971 -1987, varaskúlastjóri frá 1978-86 og skúlastjóri 1986-87. Hann var lærari í Porkeri 1987-88 og skúlastjóri í Vági síðani 1988 til nú hann leggur frá sær.
Elin Jacobsen tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1972 og var lærari í Vági frá 1972-86, í Leirvík frá 1986-88, og afttur í Vági í 1988 til nú hon leggur frá sær.
(Sí eisini myndatema longur niðri á in.fo)