Í morgin, 20. mars frá klokkan 15 til 17, verður móttøka fyri nú fyrrverandi formanninum í Føroya Arbeiðarafelag, Georg F. Hansen, og móttøkan verður á Hilton Garden Inn.
- Øll eru hjartaliga vælkomin til móttøkuna fyri Georg F. Hansen, fráfarandi formanni í Føroya Arbeiðarafelag, sigur felagið í fráboðan.
Tað var tíðliga í hesum árinum, at Føroya Arbeiðarafelag boðaði frá, at vaktarskifti fór at vera í felagnum.
Kvinnan, sum tók stafettina, nú formaðurin legði frá sær, er Elin K. Sørensen, sum varð vald í nevnd felagsins, tá Georg gjørdist formaður eftir Ingeborg Vinther.
Elin K. Sørensen hevur í fleri ár verið knýtt at Føroya Arbeiðafelag, og hon byrjaði at arbeiða á skrivstovu felagsins, meðan Ingeborg Vinther var forkvinna.
Seinnapartin í morgin verður so móttøka fyri Georg F. Hansen, og í Føroya Arbeiðarafelag siga tey, at fólk eru hjartaliga vælkomin at heilsa upp á Georg.











