Móttøka fyri Tórshavnar Boksing

Seinnapartin var móttøka á Ráðhúsinum í Havn fyri Tórshavnar Boksing, skrivar Tórshavnar kommunu á torshavn.fo.

 

Boksarar í Tórshavnar Boksing hava fleiri góð úrslit í altjóða kappingum seinastu árini, og vunnu gull og silvur í altjóða kappingum í fjør.

 

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt á móttøkuni seinnapartin:

 

“Boksing er annars  ein av elstu ítróttargreinunum í heiminum.  Longu í gamla Grikkalandi og í Rómararíkinum varð boksað. 

 

Og seinast í  16hundraðtalinum og fyrst í 17hundraðtalinum var so byrjanin til  boksingina, sum vit kenna hana í dag. Og í 1681  var ein boksidystur nevndur í einum bretskum blaði.

 

Og við tykkum hevur boksing veruliga fingið fótin fyri seg í Føroyum. Tit eru vorðin ein sjónlig ítróttargrein, og ikki minst, tit hava longu nú góð úrslit at vísa á. Tí tit vunnu bæði gull og silvur í altjóða kappingum í fjør. Tað boðar frá góðum fyri føroyska boksing.

 

Samanumtikið eru góðar tíðir fyri føroyska ítrótt í løtuni. Føroysk ítróttarfólk eru við á altjóða palli í fleiri ítróttargreinum.

 

Men tað krevur venjing og ídni. Og eg veit, at tit venja nógv, bæði her heima og uttanlands.

 

Tí ivist eg onga løtu í, at vit um stutta tíð hava ein ella fleiri føroyskar boksarar, ið verða millum teir bestu í heiminum.

 

Fari at ynskja tykkum góða eydnu við øllum.”

 

Hetta skrivar torshavn.fo, og har eru eisini fleiri myndir at síggja.