Motzfeldt vitjaði Skipasmiðjuna

Annan dagin, grønlendski landsstýrisformaðurin vitjaði í Føroyum, vitjaði hann millum annað Tórshavnar Skipasmiðju, har Poul Mohr, stjóri, tók í móti og vísti runt

 

Jonathan Motzfeldt, landsstýrisformaður í Grønlandi, var á øðrum degnum á vitjan síni fyrst á Tórshavnar Skipasmiðju.

Á Skipasmiðjuni tók Poul Mohr, stjóri, í móti og vísti gestunum runt.

Sum vera man varð eisini farið inn í byggihøllina, har tann fyrsti av teimum trimum politibátunum, Tórshavnar Skipasmiðja smíðar til nýtslu í Grønlandi, stendur.

Tað gongur eftir ætlan við arbeiðinum upp á bátarnar.

Tann fyrsti báturin er so at siga uppkomin.

Poul Mohr sigur, at hesin báturin skal latast Rigspolitichefen í Keypmannahavn tann 15. apríl komandi ár. Og tað ætlar Skipasmiðjan at klára.

Eftir vitjanina á Tórshavnar Skipasmiðju varð farið niðan á Oljufyrisitingina, sum liggur beint oman fyri vegin.

Haðani varð farið til Kirkjubíggjar, har bóndahjúnini tóku í móti, og Arne Thorsteinsson greiddi frá teimum søguligu støðunum í bygdini.

Meðan Jonathan Motzfeldt vitjaði á Tórshavnar Skipasmiðju og Oljufyrisitingini, var frúan á Búnaðardeplinum í Kollafirði, har Peter Haahr, leiðari, greiddi frá um føroyskt seyðahald og royndirnar við millum øðrum íslendskum neytum í Føroyum.

Eftir vitjanina á Búnaðardeplinum fór Kristjana Motzfeldt saman við manninum til Kirkjubíggjar at eta morgunmat í Roykstovuni.

Seinnaparturin var settur av til mentunnarvitjanir í Norðurlandahúsinum, Listaskálanum og á Fróðskaparsetrinum.

Eisini varð vitjað í Grønlendingahúsinum, áðrenn løgmaður og frúa vóru vertir við døgurða á Hotel Føroyum.