Í gjár váttaði Sky Sports og in.fo tíðindini, og í dag hevur Manchester United almannakunngjørt, at nýggi venjarin hjá felagnum eitur José Mourinho. Hetta er ein av mest vinnandi fótbóltsvenjarum í nýggjari tíð, sum hevur vunnið alskyns meistaraheiti við feløgum sum FC Porto, Chelsea, Inter og Real Madrid.
Maðurin er tó eisini blivin kendur sum ein umstríddur harri, har hann serliga hevur sagt ymiskt margháttiligt, tá ið tosað hevur verið við miðlarnar. Hann er eiheldur Guðs besta barn við sínar egnu leikarar, tí at nú er ein søga komin undan kavi frá fyrrverandi málverjanum hjá bæði Liverpool og Real Madrid, pólska Jerzy Dudek, har Mourinho av sonnum hevur eyðmýkt egnan leikara.
Dudek hevur júst latið bók út um yrkisleið sína sum fótbóltsleikara, og har fortelur hann millum annað, hvussu Mourinho eyðmýkti Pedro Leon, sum spældi við Real Madrid frá 2010-2013. At hann spældi við Real Madrid er kanska ov nógv sagt, tí at í hesum tíðarskeiðnum umboðaði Pedro Leon Real Madrid bert seks ferðir.
Tað var í einum dysti ímóti Levante, at Pedro Leon varð skiftur inn og spældi illa. Mourinho var eiheldur nøgdur við upphitingina hjá spaniólanum, og tað slapp hann at kenna sviðan av til eina venjing í døgunum eftir dystin.
- Tú ert óprofessionellur. Heldur tú, at tú kanst snýta beint frammanfyri mær? Nei! Tú snýtir liðfelagar tínar. Eg sá teg hita upp, og tú kundi ikki verið meira líkaglaður. Tímir tú yvirhøvur at umboða Real Madrid? Eg eri keddur av, at tú ikki tímir at spæla við Real Madrid. Allir fótbóltsleikarar burdu offrað alt fyri at spælt við hesum felagnum, men tú ert líkaglaður, segði José Mourinho sambært bókini hjá Jerzy Dudek.
Síðani minti Mourinho Pedro Leon á, at hann skuldi ikki vænta at vera við í hópinum í komandi dystinum.
- Tú skalt sleppa at síggja okkara næsta dyst í sjónvarpinum. Eg vil hava spælarar, ið vilja doyggja fyri Real Madrid. Hugna tær frammanfyri sjónvarpsskíggjanum, segði Mourinho við Pedro Leon.
Tað er ein karimatiskur harri, sum aftur fer at vera venjari í Premier League í komandi kappingarárinum. Og man ikki, at tað verður eyka áhugavert at hyggja eftir dystunum ímillum Manchester-feløgunum báðum, tá ið José Mourinho og hansara fyrrverandi fíggindi frá tíðini í Real Madrid, nýggi Manchester City-venjarin, Pep Guardiola, hittast aftur.