Mourinho heimsins løntungasti

Jose Mourinho er heimsins løntungasti venjari, verður avdúkað í France Football.

Jose Mourinho er heimsins løntungasti venjari, verður avdúkað í France Football.

 

Franska blaðið hevur kunngjørt ein lista yvir heimsins løntungastu venjarar, og har er Jose Mourinho ovastur á listanum.

 

Sambært France Football fær Mourinho eina ársløn á 17 millionir pund, og tað hóast hann gav ábendingar um, at hann fór niður í løn við at skifta Real Madrid út við Chesea.

 

Tað merkir at hann nú tjenar meira enn hansara venjara nemesis, Pep Guardiola, sum liggur nummar tvey á listanum.

 

Listin yvir seks teir løntungastu dreingir sum venjarar er hesin:

 

1. Jose Mourinho, Chelsea, £17m

2. Pep Guardiola, Bayern München, £15m

3. Roberto Mancini, Galatasaray, £14m

4. Carlo Ancelotti, Real Madrid, £13,5m

5. Fabio Capello, russiska landsliðið, £12m

6. Marcello Lippi, Guangzhou Evergrande (Kina), £11,5m