- Eftir dystin sá eg nøkur ting, ið vísa hvat eg kann vanta mær í næstu viku í Barcelona. Eg sá Barcelona spælarar leggja trýst á dómaran. Mín einasta viðmerking til tað er, at teirra minni er stutt, sigur Mourinho, og vísur til hálvfinaluna í fjør, tá Chelsea kendu seg burtur dømdar og Barcelona fór víðari.
Barcelona spælararnir vildu millum annað hava brotsspark, tá teir mettu, at Wesley Sneijder seint í dystium feldi Dani Alves í brotssteiginum. Dómarin, Olegário Benquerenca, valdi at geva Dani Alves gult kort fyri film.
- Hví kunnu Barcelona ikki uppføra seg sum meistarar og góðtaka, at teir taptu fyri einum betri liðið í kvøld? Vit spældu sera, sera væl. Inter er farið frá at vera eitt lítið Champions League lið, til eitt lið, ið uppiborið kann vinna á Barcelona og kann stríðast við allan vegin, sigur Mourinho.
Venjarin hjá Barcelona, Pep Guardiola, trýr enn uppá at Barcelona kann koma í finaluna, men vil ikki brúka langa busstúrin sum umbering.
- Eg fari ikki at koma við nøkrum umberingum. Ja, tað var ein long ferð, men hetta er hálvfinalan í Champions League og viljin at koma í finaluna eigur at vera nokk. Hetta var ikki okkara besti dystur og Inter er ikki eitt lið, ið er lætt at vinna á. Eg ynski teimum til lukku við dystinum og vóni at vit klára okkum betri í seinna dystinum, sigur Guardiola og leggur aftrat, at tann veruligi Messi verður at síggja á Nou Camp.
Seinna hálvfinalan verður mikukvøldið 28. apríl á Nou Camp í Barcelona.