Mourinho javnt við níggju monnum

Fyri triðju ferð á rað spældi Inter og Jose Mourinho javnt, men hesa ferð gjørdu umstøðurnar, at tað javnleikurin var eitt góðkent úrslit. Bæði Walter Samuel og Ivan Cordoba blivu útvístir í fyrra hálvleiki. Tað dámdi einki Jose Mourinho, sum hevði besta hug at flenna at dómarinum. Í seinna hálvleiki fingu Sampdoria eisini ein mann útvístan. Inter liggur nummar eitt í Seria A átta stig frammanfyri AS Roma á øðrum plássi og tíggju stig frammanfyri AC Milan, ið er á triðja plássi. Inter hevur tó spælt ein dyst fleiri enn AS Roma og tveir fleiri enn grannarnir AC Milan