Manchester United legði væl frá landi í Champions League við 3-0-sigri á Young Boys í gjár, men venjarin, José Mourinho, er ikki nøgdur við at dysturin á Stade de Suisse í Bern varð spældur á graslíki.
- Eg skilji ikki hvussu ein kann spæla heimsins bestu liðkapping á graslíki, segði José Mourinho eftir dystin sambært Reuters.
Sambært José Mourinho, so høvdu fleiri av United-leikarunum ilt í fótliðum og ryggi og vóru eymir aftaná venjingina týskvøldið.
- Tað er ikki lætt at spæla á graslíki, og als ikki hjá spælarum, sum ikki eru vanir við tað. Tað er eisini eitt vet av ótta í nærdystunum, segði hann.
- Fólk eru von við fantastiskar vallir í Onglandi. Teir blíva vatnaðir, um tað ikki hevur regnað. Feløgini vatna vallirnar, og fótbóltur er vakrari soleiðis, heldur Mourinho.