Fótbóltur
Hann hevur aloftast verið maður fyri at geva tíðindafólkunum nøkur gullkorn heim við til dystarfrásagnir sínar. Og leygardagin gav Chelsea venjarin enn eitt av slagnum, tá hann tosaði um tankarnar, sum hann hevði havt gjøgnum árið.
Tað er mest sum líkamikið, hvat vit hava gjørt, tí eingin virðir okkum fyri avrik okkara. Øll tosa bara um, at tað eru pengarnir hjá Abramovich, sum hava givið okkum meistaraheitið. Hetta kappingarárið vunnu vit til dømis níggju dystir á rað, men eg havi ongantíð, ongantíð, ongantíð vunnið heitið sum besti venjarin nakran mánað, segði Mourinho millum annað.
Gav medaljuna
Umframt fagnaðin, sum var um alt Stamford Bridge, tá næsta meistaraheitið á rað var komið til høldar, so vóru tveir áskoðarar, sum kendu seg serliga væl.
Mourinho tveitti nevnliga sítt gullmerki út til áskoðararnar, og tá hann seinni fekk nýtt gullmerki, fór hetta sama veg. Út til áskoðararnar.
Eg havi longu eina slíka medalju, og hendan er jú akkurát líka. Tí haldi eg, at áskoðararnir høvdu uppiborið hesa, og onkur av hesum hevur so fingið sær eitt minni fyri lívið. Ella eisini kann viðkomandi skora kassan, um hann setir hetta til sølu á e-bay, helt Mourinho skemtiliga fyri.
Suverenir
Hvussu er og ikki, so kann neyvan nakað spurnartekin setast við dygdirnar hjá Chelsea, nú teir fyri aðru ferð á rað kunnu rópa seg meistarar.
Við tveimum dystum eftir at spæla er munurin niður til Manchester United ikki minni enn 12 stig, og tí var eingin veruligur vandi á ferð - heldur ikki hóast United skuldi vunnið dystin leygardagin.
Hetta seinasta gjørdist tó ongantíð aktuel. Gallas, Cole og Carvalho vóru málskjúttarnir í trygga 3-0 sigrinum, har skaðar hjá tveimum landsliðsspælarum tó eisini fingu stórar yvirskriftir.
Wayne Rooney hevur av álvara fingið sítt HM-endaspæl í vanda, og eisini John Terry hjá Chelsea spældi dystin lidnan við einum skaða, tó at hesin ikki tóktist heilt so álvarsligur.
Eg vildi als ikki fara av vøllinum. At endurvinna meistaraheitið er fantastiskt, og tað vildi eg fyri alt í verðini ikki verða fyriuttan, staðfesti fegni liðskiparin, eftir at hann hevði verið uppi á pallinum.