Mourits og Jógvan hava keypt Havnar Bio

Hósdagin í farnu viku keyptu Mourits Clementsen og Jógvan Kruse Havnar Bio, sum er einasti biografur í Havn.

 

Tað skrivar skrivar Birgir Kruse og birkblog í dag.

Í fýra ár hava teir báðir rikið Terminal.fo, sum hevur nógv viðskiftafólk í økinum.

– Vit síggja stórar møguleikar við keypinum, sigur Mourits í samrøðu í morgun. 

– Eitt tað fyrsta er at stytta um bíðirøðirnar í kioskini, og so fara vit at royna at finna nýggjar møguleikar fyri bæði barnabio og eldrabio, sigur Mourits Clementsen, sum eisini er spentur at halda fram við tí góða samstarvi, sum biografurin í mong ár hevur havt við Filmsfelagið. 

Mourits Clementsen hevur kallað øll starvsfólkini til fund um nýggju eigaravirðurskiftini beint eftir døgurða í dag.

Hin nýggi eigarin, Jógvan Kruse, er í løtuni borgarstjóri í Sunda kommuni.

Jákup Eli Jacobsen hevur staðið fyri Havnar Bio síðan 7. juni 1993. Tvær sýningarhøllir eru í biografinum, sum varð bygdur í 1963, og helst er einasti bygningur, ið er gjørdur til biograf.

Tað var júst har, at Filmsfelagið varð stovnað.

Mikukvøldið fer Ulrich Thomsen, sum er Hannis Martinson í sjónvarpsrøðini Trom, at innleiða nýggja filmin "Gutterbee", sum hann hevur gjørt í Amerika. Tann sýningi byrjar klokkan 20:30, sum er ein hálvan tíma seinni enn áður lýst. Filmsfelagið skipar fyri hesi sýning.

##med2##

Mikudagin 7. apríl fer Filmsfelagið at vísa "Nomadland", sum er í uppskoti at fáa seks Oscarvirðislønir. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru almennar. Leikluturin er at kuratera, sum tey siga í event- og savnsverðini.

– Nýggju eigarunum verður ynskt góða eydnu, skrivar Birkblog.