Mowi fær nú fóðurflaka á Sandsvág

- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið frá føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi Føroyar.

 

 

Fyri góðari viku síðan kom fóðurflakin Árnaberg til Føroya. Hetta er ein flaki, sum skal liggja ankraður á Sandsvág og brúkast til alingina hjá Mowi á staðnum. 

 

Fóðurflakin tekur 700 tons av fóðri til laks og fimm tons av fóðri til rognkelsi. Flakin er útgjørdur við framkomnari sjálvvirkandi fóðurskipan.

 

Allar skipanir umborð eru fjarstýrdar, og tí er ikki neyðugt at hava fólk á sjálvum flakanum.

 

- Vit valdu at keypa alla tekniska útgerð til aliøkið á Sandsvág frá føroyskum veitara, sigur Hans Jákup Mikkelsen, stjóri hjá Mowi í Føroyum.

 

Umframt fóðurflakan, hevur føroyski veitarin eisini leverað kameraskipan, fóðurskipan, netsamband, sensorskipan og landstreymsloysn, sum alt er ment í Føroyum.

 

##med2##

 

Stór atlit eru tikin til umhvørvið í mun til útsjónd, útlát og ljóð. Landsstreymkaðal verður lagdur út til flakan, so øll streymveiting kemur úr landi og harvið verður einki olju- og ljóðútlát frá motorum umborð. 

 

Blásararnir til fóðurskipanina umborð eru settir inn í ljóðdoyvandi kabinett.

 

Í løtuni liggur fóðurflakin við bryggju í Vestmanna, og eftir ætlan verður hann lagdur út á aliøkið á Sandsvág seinni í hesum mánaðinum.

 

Tað er JT electric á Kambsdali, sum hevur gjørt flakan og hevur ment tøknina umborð.

 

##med3##

 

##med4##